Pápar skulu ikki tvingast til at fara í barnburðarfarloyvi.
Tað halda fleiri tingmenn, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at leingja barnsburðarfarloyvi, og at tvær vikur skulu markast til pápan burturav.
Tað er ymiskt, hvussu tingfólk uppfata hetta. Summi uppfata hetta sum eina roynd at tvinga pápar í barnsburðarfarloyvi, onnur fata hetta sum eitt tilboð til pápan, um at fáa møguleikan til at vera saman við barninun ta fyrstu tíðina.
Kristin Michelsen, talsmaður fyri Javnaðarflokkin sigur, at tað smakkar sær illa at tvinga pápar í barnsburðarfarloyvi. Bæði hann, og aðrir tinglimir, vísa á, at nógvir mans sigla og hann spyr um tað er rætt og rímiligt, at sjómenn skulu geva avboð at mynstra við skipi, tí at teir noyðast í barnsburðarfarloyvi
Og so helt hann fyri -kortini við skálkinum aftanfyri oyrað- at tað var nóg ringt, at mannfólk nú eru tvingað at átaka sær helvtina av tí húsliga arbeiðnum, so løgtingið eigur ikki at gera tað enn verri við at tvinga teir at fara í barnsburðarfarloyvi afturat. Læt okkum halda fast við eitt sindur av gomlum siði, helt hann.
Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýrið, tó tráðin upp og helt, at hjá nógvum kvinnum var tað bara til fortreð at hava menninar gangandi heima, so hann var ikki við upp á at tvinga teir í barnsburðarfarloyvi eisini
Ingolf Sólheim Olsen, framsøgumaður fyri Tjóðveldi, heldur eisini, at foreldrini eiga sjálvi at umsita barsilsfarloyvi.
Men hann heldur kortini, at er niðurstøðan, at tað er gott fyri barnið, fyri pápan, og alla familjuna, at pápin fær hesa tíðina saman við barninum, eiga vit at halda fast um tað.
Onnur tingfólk meta, at talan er ikki um at tvinga pápar í barnsburðarfarloyvi, men um at geva teimum møguleikan fyri at vera saman við barninum tað fyrstu tíðina tí tað er gott fyri barnið, pápan, og alla familjuna.
Men niðurstøðan av orðaskiftinum er, at tað verður neyvan hesa ferð heldur, at vit fáa pápakvotur í barsilsskipanina.










