Pant á djús og smoothies

Í Danmark verða íløtini við eitt nú djús, saft og fruktsopi eisini fevnd av pantgjaldi og -endurnýtsluskipanini.

Í Danmark verða íløtini við eitt nú djús, saft og fruktsopa eisini fevnd av pantgjaldi og -endurnýtsluskipanini.

Broytingin varð viðtikin í Fólkatinginum síðsta ár, og tók við í dag. Í fyrstu atløgu er talan ikki um øll íløt, sum verða merkt við pant, og handlarnir fáa eina skiftistíð, soleiðis, at vøra uttan pantmerkir kann seljast inntil 1. november.

Talan er um áleið 400 ymisk sløg av djús og saft, sum nú kunnu latast inn í pantmaskinurnar.

Í Danmark metir Dansk Retursystem, at meiri enn 50 milliónir plast- og glasíløt, umframt aluminiumsblikk á tann hátt verða løgd í endurnýtslumaskinurnar.