Panodil-regla skal fækka um sjálvmorð

Danska stjórnin skjýtur upp, at ung undir 18 ár skulu ikki kunna keypa pínustillandi heilivág í handkeypi. - Hetta er eitt stig rætta vegin, sigur andstøðan.

Danmark: Tað skal gerast ólógligt hjá ungum undir 18 ár at keypa henda heilivágin. Hetta stendur í arbeiðsætlanini hjá nýggju donsku stjórnini.

- Politiska viðgerðin av nýtsluni hjá teimum ungu av hesum heiliváginum riggar als ikki.

- Men við hesum átakinum vilja vit greitt vísa, at vit virkin vilja royna at minka um nýtsluna millum tey ungu, sigur formaðurin í donsku heilsunevndini, Preben Rubiengaard úr Vinstra-flokkinum við Ritzau.

Seinastu tølini frá Heilsustýrinum vísa, at sjálvmorðsroyndirnar millum ung við pínustillandi handkeypsheilivági settu met í 2009.

Í november mánaði í fjør vóru 345 sjálvmorðsroyndir skrásettar. Metið frammanundan var frá 2007, tá 354 sjálvmorðsroyndir vóru skrásettar alt árið.


Best við resept

Hetta heldur keðiliga metið, hevur eisini vakt áhugan í danska javnaðarflokkinum.

Haðani verður sagt, at stjórnin her er á skeivari leið.

- Stjórnin átti heldur at fingið í lag, at ein fekk smærri pakkar við panodili í handkeypi. Aldursmarkið fer ikki hava stóra ávirkan á tey ungu, sum veruliga eru í kreppu.

- Tey fáa uttan iva fatur í tí á onkran annan hátt, sigur Sophie Hæstrup Andersen úr javnaðarflokkinum.

Hon heldur, at ein í framtíðini eigur at skipa soleiðis fyri, at ein skal hava resept fyri at keypa pínustillandi handkeypsheilivág, um pakkin fer upp um 100 tablettir.

Preben Rudiegaard skilir væl atfinningarnar frá javnaðarflokkinum. Hann er sinnaður at kanna málið, um ein ikki kann fáa smærri pakkar.

- Vit fara at hyggja positivt eftir hesum í heilsunevndini, sum aftur verður ein fylgja av einum lógaruppskot, sum fer at seta aldursmark á.

- Hetta skal síggjast sum ein samlað eind, sigur Preben Rudiengaard.





FAKTA

Sjálvmorðsroyndir millum gentur 12-20 ár


Talið av sjálvmorðsroyndum hjá gentum í aldrinum 12 til 20 ár við pínustillandi heilivági hækkaði sera nógv í 2005, vísa donsk tøl.

Eftir hetta fækkaði talið nakað, men er síðani farið at hækka aftur.

Her er eitt yvirlit yvir innleggingar á sjúkrahús, har sjálvmorðsroynd við heilivági, har acetylsalicylsýra (ella: magnyl) ella paracetamol (ella: panodil) var í:


2003: 242


2004: 235


2005: 292


2006: 245


2007: 318


Kelda: Sundhedsstyrelsen (Landspatientregistret)