Panikkur í hjá leiðslu og partaeigarum í Smyril Line

- Smyril Line hevur øll eyðkenni hjá einum felag í avtøku og tað er týðiligt, at tað er panikkur í bæði leiðsluni og í partaeigarunum, heldur Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla. Men tað avsanna bæði nevndarformaður og ein av stóru partaeigarunum

 - Bæði leiðslan og partaeigararnir í Smyril Line hava misskilt sína uppgávu.

Tað heldur Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla.

Í almennari viðmerking aðrastaðni í blaðnum í dag, undrast hann stórliga á framferðina og fráboðanina frá partaeigarunum og nevndini í Smyril Line, nú fyritøkan fekk nýggjan stjóra fyrr í vikuni.

Tað er tórført hjá Reidari Nónfjall at skilja kravið um størri avkast frá Smyril Line, tí hann heldur tvørtur ímóti, at felagið hevur øll tey greiðu eyðkenni, sum eitt felag í avtøku hevur.

- Tað er stór útskifting í leiðsluni og tað merkir óstøðugan rakstur og óstøðugt strategiskt arbeiði. Samstundis er gjaldførið sera vánaligt og við nýggju Norrønu hevur felagið ongantíð klárað at gjalda sínar skyldir til tíðina.

- Harafturat er lønsemið í felagnum sera vánaligt og virðið á Norrønu fellur nógv skjótari enn skuldin verður niðurgoldin. Og at enda verður felagið ikki tryggjað fíggjarliga.

Hann heldur tí, at tað er nú er panikkur í bæði leiðslu og partaeigarum.

Ístaðin fyri at krevja avkast, heldur stjórin á handilsskúlanum, at tað mátti verið altavgerandi at fingið felagið á rættkjøl og at tryggja felagið fíggjarliga, áðrenn nakað vinningsbýti verður útgoldið.

- Er felagið í búskaparligari kreppu, má gongdin vendast fyrst, ella fer felagið á heysin og onki avkast verður til partaeigararnar. Partaeigararnir kunnu ikki royta hárið av einum berskøllutum, sigur Reidar Nónfjall.


Krevja ikki vinningsbýti beint nú

Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, sum er ein av heilt stóru partaeigarunum í Smyril Line, er ikki samdur við tulkingina hjá Reidari Nónfjall av støðuni.

Hann staðfestir, at partaeigararnir sóknast eftir einum avkasti av teirri íløgu, teir hava gjørt í Smyril Line.

Men hann sigur, at kravið um at felagið skal geva avkast, er als ikki tað sama um, at avkastið skal gjaldast út í vinningsbýti til partaeigararnar og tað er alt annað enn panikkur í partaeigarunum.

- Eg síggi soleiðis upp á tað, at eitt avkast kann eisini vera eitt avlop í felagnum, sum verður standandi í felagnum at styrkja tað fíggjarliga við.

- Tað er ongin treyt, at eitt avkast skal brúkast til at gjalda út í vinningsbýti til partaeigararnar.

Tað er sostatt onki krav um eitt vinningsbýti til tykkum partaeigarar í allarnæstu framtíð og at eitt møguligt avlop skal takast úr felagnum?

- Tað hava vit ikki viðgjørt nærri og tað er í øllum førum ikki eitt, sum vit hava ført fram, staðfestir Gunnar í Liða.

Hann leggur afturat, at tað er avgjørt ikki so, at Tryggingin hevur mist tolið við Smyril Line.

At Smyril Line annars skal hava øll tey eyðkenni hjá einum felag í avtøku, er hann avgjørt ikki samdur í.

- Men tað er ongin ivi um, at nýggja Norrøna fekk eina tunga byrjan og at tað er avbera krevjandi at fáa nøktandi rakstur í felagið. Men tað hava vit sjálvandi vónir um, sigur hann.

- Vit vistu, at tað var eitt ógvuliga stórt stig at taka at seta pening í Smyril Line, men vit mettu, at hetta er ein so týðandi íløga í føroyskt vinnulív, at vit hildu, at tað var rætt at gera hana og vit hava sjálvandi vónir um, at fáa nakað burtur úr henni eisini.

Sum partaeigari vil hann annars ikki gera viðmerkingar til tey stjóraskifti, sum hava verið ella til raksturin annars.


Ongin ætlan um at tøma felagið

Heldur ikki Hákun Djurhuus, nevndarformaður í Smyril Line, er samdur við Reidar Nónfjall.

- Tað eru ongar ætlanir um at tøma felagið og at betala vinningsbýti, fyrrenn felagið er tryggjað fíggjarliga. Tað er sjálvsagt, at partaeigararnir eisini hugsað um at framtíðartryggjað felagið og so verður støða tikin til spurningin um at gjalda vinningsbýti so hvørt.

Hinvegin er tað grundtankin fyri eini og hvørjari íløgu, at hon skal geva avkast til partaeigararnar og so leingi íløgan í Smyril Line ikki ger tað, er tað ikki nøktandi, so einfalt er tað, leggur hann afturat.

- Og tað skal fáast í rættlag nú, leggur hann afturat.

Hann vil kortini ikki koma inn á smálutir um, hvussu hetta skal fáast í rættlag.

Annars hevur hann ikki so nógvar viðmerkingar til smálutirnar í áskoðanini hjá Reidar Nónfjall, men at virðið á Norrønu fellur nógv skjótari enn skuldin verður niðurgoldin, er hann ikki samdur í.

- Norrøna verður javnan virðismett eisini í sambandi við roknskapin og hon er ikki fallin í virðið. Tvørturímóti er prísurin á stáli munandi hækkaður seinastu árini, sigur Hákun Djurhuus.

Øll viðmerkingin frá Reidar Nónfjall stendur annars aðrastaðni í blaðnum.