Serbarnir og miðvallarnir Jovan Radinovic Panic og Aco Pandurovic skulu í seinnu kappingarhálvu spæla við 07 Vestur. Tað váttar Eivin Jacobsen, nevndarformaður í felagnum.
- Vit hava nú tríggjar serbar í hópinum. Og tað er í eini roynd at varðveita sætið í deildini, at vit velja hesa loysnina, sigur Eivin Jacobsen.
Jovan Radinovic Panic hevur áður spælt við HB og 07 Vestur. Aco Pandurovic spældi í farna kappingarári við NSÍ. Framman undan er serbin Milan Pejcic í hópinum hjá 07 Vestur.