Panic er leikbannaður

07 Vestur kærdi avgerðina til kappingarnevndina, tí felagið metir, at hann er ósekur. Jovan Radinovic-Panic er kortini leikbannaður tveir dystir.

Miðvallarin var útvístur, tá 07 Vestur tapti 5-0 fyri HB í Gundadali. Tað var eftir nærdysti við Rógva Holm, sum eisini fekk reytt kort.

 

Kappingarnevndin staðfesti í gjár, hóast hetta, ein dag leikbann fyri reytt kort og ein dag eyka fyri ?roynd at sparka ella sláa um bólturin ikki er í spæli, ella um spælið framgongur aðrastaðni á vøllinum?, skrivar heimasíðan hjá 07 Vestur.

 

Panic var ikki við, tá vágamenn taptu fyri EB/Streymi hósdagin.

 

07 Vestur fær vitjan av KÍ seinnapartin. Tá er Panic sostatt heldur ikki við.