Tað kom sum ein bumba, tá fíggjarligu trupulleikar hjá PanFish alt í einum stóðu í ljósum loga týsdagin.
Risin innan alivinnur og pelagiska vinnu fekk eitt dygt slag undir vangan, tá høvuðslánveitarin hjá felagnum segði seg hava mist álitið á leiðsluni í PanFish. Lánveitarin kravdi partabrøv seld, og tað fekk kursin á partabrøvunum at fella nógv. Neyðugt var at steðga søluni av partbrøvum í PanFish, so felagið ikki skuldi fara fullkomiliga um koll eftir lítlari løtu.
PanFish er heimsins størsta alifyritøka, og felagið er tað størsta, sum norðmenn eiga. Eisini í Føroyum hevur PanFish nógv virksemi, millum annað í stóra alifelagnum Vestlax. Felagið hevur eisini ligið fram við at keypa annað virksemi í Føroyum.
Mist álit á leiðsluni
Útlendski lánveitarin hjá PanFish hevur mist álitið á leiðsluni í felagnum, Arne Nore og Bjarte Turnold, og teir hava í hesum døgum úr at gera við at finna eina loysn, sum kann bjarga felagnum.
Tað verður sagt, at útlendski lánveitarin ikki hevur verið serliga tolin mótvegis PanFish, hóast bankin trúði, at stóru íløgurnar fóru at loysa seg. Og nú hevur bankin alt í einum vent bakið til PanFish.
Munurin millum ein norskan banka og ein útlendskan banka er, at ein norskur banki ivaleyst hevði sýnt størri tol móti einum norksum felag, tá avtalur ikki vórðu hildnar.
Spurningurin verður nú settur, um norskir bankar hava orku og hug at finna eina loysn, sum PanFish og umfatandi virksemið hjá felagnum kann tryggjast.









