André Olsen og Tróndur Arge mannaðu partin av fótbóltspanelinum á Rás2, sum snúði seg um Premier League.
Fyrst í sendingini søgdu teir nøkur orð um Jamie Vardy, framherjan hjá Leicester, sum hevur stríðst seg úr 8. deild upp í Premier League. André og Tróndur tóku eisini samanum avrikini hjá teimum fimm liðunum, sum favorittarnir hava at taka fimm tey ovastu plássini í Premier League: Chelsea, Manchester City, Arsenal, Liverpool og Manchester United.
André og Tróndur mettu eisini um dystirnar hetta vikuskiftið. Teir eru rættiliga sannførdir um, at Liverpool og Arsenal koma sigrandi úr grannauppgerðum á heimavølli. Liverpool ímóti Everton á Anfield, og Arsenal ímóti Tottenham á Emirates leikvøllinum í London.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eisini hvussu André Olsen og Tróndur Arge mettu um hinar dystirnar í Premier League hetta vikuskiftið.