Panelið: Steypafinalan liggur ov seint í mun til hálvfinalurnar (FM1)

(FM1) Hoyr Oddbjørn Joensen og Teit Joensen práta um steypakappingina og meta um 5. umfar í Betrideildini

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1: Fótbóltspanelið sum var beinleiðis seinnapartin millum klokkan 16.08 og 16.56.

 

Gestir hjá Tróndi Arge vóru Oddbjørn Joensen og Teitur Joensen. Tvey evni vóru: Steypakappingin og 5. umfar í Betrideildini.

 

Í dagsins paneli eru menn samdir um, at fýra mánaðir millum seinnu hálvfinalurnar og sjálva steypafinaluna er alt ov long tíð, og tað er nakað sum avgjørt má styttast til komandi kappingarár.

 

Oddbjørn og Teitur mettu eisini um 5. umfar í Betrideildini. Allir dystirnir verða spældir sunnudagin:

 

Klokkan 15:

KÍ-NSÍ (FM1 sigur frá dystinum)

Víkingur-B36 (KvF sigur frá dystinum)

ÍF-Skála

TB-HB

Klokkan 16:

EB/Streymur-AB