Panelið: Ramos átti ikki reytt kort

(Rás2) Hoyr tað sum Teitur Joensen og Tróndur Arge søgdu um finaluna í Champions League

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av fótbóltspanelinum á Rás2 sum var um útlendskan fótbólt.

 

Teitur Joensen og Tróndur Arge umrøddu finaluna í Champions League millum Real Madrid og Liverpool sum Real Madrid vann 3-1.

 

Teitur og Tróndur eru samdir um, at mistøkini hjá Loris Karius í Liverpool-málinum høvdu sína stóra ávirkan, men fram til løtuna Muhamed Salah hjá Liverpool fór skaddur av vøllinum var Liverpool betra liðið á vøllinum. Teir halda ikki, at Sergio Ramos átti reytt kort í støðuni tá Muhamed Salah fekk skaðan. Teir meina ikki, at tað var ein tilætlað gerð.

 

Tróndur Arge heldur, at Liverpool kann lyfta høvdið høgt. Teir høvdu eina frálíka Champions League kapping líka tl ta løtuna tá Loris Karius ikki var nóg árvakin í tveimum førum í finaluni.

 

Parturin av fótbóltspanelinum har Teitur og Tróndur umrøddu føroyskan fótbólt hoyrist HER