Síðani avdúkandi Panamaskjølini, sum vístu, at kend og minni kend fólk úr øllum heiminum høvdu kontur í Panama og soleiðis sluppu undan millum annað skattavaldinum, eru fleiri høvd rokin kring knøttin.
Bæði í Danmark og í Íslandi hava fleiri kend fólk verið avdúkað í Panamaskjølunum, og summi teirra hava mist starvið eftirfylgjandi. Avdúkandi lesnaðurin, sum kom frá einum bólki av journalistum frá fleiri ymiskum londum, fingu sostatt skattamyndugleikar á yvirarbeiði í royndini at finna fram til, hvør er partur av hesum og ikki.
Eisini føroyska skattavaldið hevur arbeitt við málinum, og fleiri føroysk nøvn vórðu at síggja í databasanum við panamaskjølunum. Men nú hevur Taks funnið fram til, at eingin við skattskyldug í Føroyum er uppíblandaður Panamagøluna.
- Vit eru nú komin á mál í kanningararbeiðnum, og tað vísir seg, at tað er einki at koma eftir hjá okkum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks. Taks hevur seinastu mánaðirnar arbeitt saman við danska skattavaldinum í panamamálinum.
Taks var annars í Panama fyri stuttum, men Eyðun Mørkøre sigur, at tað var í heilt øðrum ørindum.
- Føroyar hava bundið seg til eina avtala um, at fáa skipað tað so, at fíggjarligir upplýsingar kunnu ferðast automatiskt millum lond í samstarvinum. Tað er í samband við ráðstevnu um hetta evnið, at vit hava vitjað í Panama, sigur Eyðun Mørkøre.