Norska alifyritøkan Pan Fish er vorðin munandi meiri verd, eftir at tann kendi reiðarin John Fredriksen keypti næstan helmingin av fyritøkuni herfyri. Hann hevur annars boðað frá, at hann ætlar sær eisini at seta pengar í onnur alifeløg.
Pan Fish hevur verið í stórum trupulleikum seinastu árini, men bankarnir hava kortini forðað fyri, at fyritøkan endaði sum trotabúgv. Fyri nøkrum vikum síðani bleiv fyritøkan endurfíggjað, og síðani er virðið á partabrøvunum meiri enn tvífaldað, skrivar Sunnmørsposten.
Tað eru ikki bara partabrøvini í Pan Fish, sum eru meiri verd nú, enn tey hava verið. Eitt nú hækkaði virðið á partabrøvunum í fyritøkuni Fjord Seafood sjey prosent seinasta fríggjadag, og hjá Domstein var hækkingin næstan fimm prosent tann sama dagin.