Pan Fish økir um framleiðslu í Føroyum

Gudmund Strømsnes, stjóri í Pan Fish Norge, heldur, at framleiðslan í føroysku alivinnuni kann trýfaldast. Pan Fish metir Føroyar sum eitt ógvuliga áhugavert øki, og fer tí at gera enn fleiri íløgur í alivinnuna her á landi

 

Seinastu árini hevur ovurstóra norska fyritøkan Pan Fish gjørt stórar íløgur fyri fleiri 100 milliónir krónur í føroysk alibrúk. Samstundis hava vit upplivað, at alivinnan gongur framá í stórum fetum. Yvirskotið er økt, og framleiðslan er eisini økt mundandi.

Í samstarvi við føroyskar alarar átti Pan Fish eina knappa helvt av samlaðu framleiðsluni í fjør. Samlaða framleiðslan í Føroyum í fjør var 41.000 tons, og 20.000 av hesum átti Pan Fish ein part av.

Tað er soleiðis, at Pan Fish ger íløgur í føroyskar fyritøkur, so at føroyskir alarar standa fyri framleiðsluni, meðan leikluturin hjá Pan Fish fyri tað mesta snýr seg um at fáa pening til vega.


Stórur vøkstur

Parturin hjá Pan Fish av føroysku framleiðsluni er vaksin munandi seinastu árini. Í 1999 vóru bara 5000 tons framleidd, har Pan Fish átti lut í framleiðsluni. Í fjør var tonsatalið 20.000 tons, og í ár verður samlaða framleiðslan hjá Pan Fish væntandi 27.000 tons.

Pan Fish hevur ætlanir um at økja sín part av føroysku framleiðsuni komandi árini, og Gudmund Strømsnes dylur ikki fyri, at Føroyar er eitt tað mest áhugaverda øki, sum Pan Fish hevur í kikaranum. Tí hevur Pan Fish ætlanir um ?munandi stórar íløgur í Føroyum? framyvir.

? Tað er eingin loyna, at vit halda Føroyar vera eitt sera áhugavert øki, tá talan er um aling. Hitin í sjónum er júst tann rætti til laksin, og Føroyar hava ongar handilsforðingar, so frí atgongd er til teir stóru marknaðirnar í ES og í USA, sigur Gudmund Strømsnes.

Gudmund Strømsnes vísir eisini á, at møguleikin fyri vøkstri er góður, men ein vansi er, at møguleikarnir fyri at ala í feskum vatni ikki eru serliga góðir í Føroyum.

Pan Fish metir, at í næsta ár er fyritøkan við til at framleiða 35.000 tons í Føroyum. Hetta er næstan eins nógv og tann samlaða framleiðslan er í dag.

Stjórin í Pan Fish Norge metir, at framleiðslan í Føroyum fer at økjast munandi komandi árini, og í næsta ár metir hann leysliga, at framleiðslan fer at liggja um eini 70.000 tons.

? Vit hava sett nógvan pening í føroysku alivinnuna í farna ári, og í ár fara vit eisini at seta nógvan pening í føroyskar alifyritøkur, sigur Gudmund Strømsnes, sum tó ikki vil upplýsa, hvussu nógv talan er um.

Gudmund Strømsnes sigur í sama viðfangi, at fyritøkan sjálvsagt væntar at fáa vinning burturúr hesum íløgum, tí annars hevði hon ongantíð farið undir tílíkar ætlanir.

Gudmund sær hinvegin ongan umhvørvisligan vanda í, at framleiðslan í Føroyum verður økt so nógv.

? Tað er eingin, sum hevur áhuga í at fara illa við umhvørvinum kring aliringarnar, og allarminst alararnir. Men tað er eingin trupulleiki við at økja framleiðsluna, tí hon kundi væl verið 150.000 tons árliga. Alibrúkini skulu bara rekast á ein skilgóðan hátt, og firðirnir skulu fáa tann friðin teimum tørvar av og á, sigur Gudmund.


Eigaraviðurskifti

Í Føroyum kunnu útlendingar ikki eiga meira enn 33% av føroyskum fyritøkum, men Gudmund Strømsnes skilur væl, at myndugleikarnir seta slíkar forðingar. Hann sigur, at Pan Fish sjálvandi helst ikki vil hava nakrar avmarkingar, men tí mugu teir bara liva við. Hann ásannar, at Føroyar eru eitt lítið land, og tørvar tí verju.

Hinvegin vísir hann á, at fleiri gera tað mistak, at samanbera alivinnuna við fiskivinnuna. Tí munurin er stórur. Alivinnan skal ala fiskin frá smolti til lidna matvøru burturúr. Meðan fiskiskip kunnu selja fiskin í teimum londum, teimum lystir.

? Vit vilja fegin vera við til, at laksurin í størri mun verður virkaður í Føroyum. Tá talan er um stórar mongdir, er grundarlag fyri at fiskurin verður virkaður í Føroyum, sigur Gudmund Strømsnes.


ILA eingin trupulleiki

Pan Fish er partaeigari av alibrúkinum í Oyndarfirði, sum herfyri varð illa rakt av ILA-virusi. Stjórin heldur hinvegin ikki, at hetta fer at skaða umdømi hjá Pan Fish ella føroysku alivinnuna.

? Tær flestu alifyritøkurnar hava fingið ILA onkuntíð. Stóru trupulleikarnar skapa myndugleikarnir sjálvir við at gera støðuna verri, enn hon í veruleikanum er, sigur Gudmund Strømsnes og vísir á, at ongar forðingar eru fyri at selja fisk í Evropa, sum er slaktaður vegna ILA sjúkuna, tí tað er ikki ein vandamikil virus.

Gudmund Strømsnes heldur, at tiltøkini ímóti ILA í Føroyum hava verið í so víðgongd, sum ikki hava nakað samband við veruleikan. Hann heldur orsøkin vera, at tað er nýtt í Føroyum, og tí eru fólk so bangin. Sjúkan hevur verið kend í Noregi í tíggju ár, og har hava alarar lært at liva við tí.