Pan Fish í fríum falli

Jógvan Hugo Gardar, Oslo

Virði á Pan Fish hvørvur við eini øgiligari fer á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. Fyrrapartin í dag blivu meir enn ein millión Pan-partabrøvum løgd út til sølu. Orsøkin eru partaeigarar, sum eru troyttir av øllum teimum keðiligu tíðindunum, sum eru komin frá felagnum seinastu tíðina.
Orsøkin til at Pan Fish eftir stuttari løtu fyrrapartin minkaði við 35 prosentum í virði, er sambært Intrafish.no tíðindini um, at felagið má út at leita eftir feskum 500 milliónum norskum krónum í heyst.
Eitt Pan Fish partabræv hevði eina løtu fyrrapartin eitt virði uppá 5,90, men fór so nakað upp til 6,15. Miðalvirði á partabrævinum seinastu 12 mánaðarnar hevur verið nærri 50 krónum. So nógv virðir eru burtur.
Oslo Børs steðgaði handlinum við Pan-partabrøvunum um middagsleitið og kannar nú eftir, hví partabrøvini brádliga minkaðu so nógv í virði. Hetta er vanlig at virðisbrævamarknaðurin ger, tá virði á einum partabrævi broytist óvanliga nógv antin upp ella niður.