Kanadiska sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson er komin til landið, og Sea Shepherd hevur boðað frá, at hon verður við á tíðindafundi, ið verður hildin á Hotel Føroyum í dag kl. 13.00.
Tíðindafundurin verður stroymaður, so fólk um allan heimin kunnu fylgja við.
Endamálið við vitjanini hjá Pamelu Anderson í Føroyum er at fáa meira umrøðu av herferðini hjá Sea Shepherd í Føroyum og harvið eisini tryggja sær stuðul – bæði av moralskum og pengaligum slagi.