Pamela hjálpti Føroyum

Formaðurin í Grindamannafelagnum sigur, at vitjanin hjá Pamelu Anderson hevur fingið fleiri miðlar at vísa føroysku sjónarmiðunum áhuga

 

 

Hans Jákup Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum, sigur, at tey í ár hava fingið fyrispurningar frá eini ørgrynnu av útlendskum fjølmiðlafólkum.

 

Ikki minst heldur hann, at tað var vitjanin hjá Pamelu Anderson, sum hevur havt eina positiva ávirkan fyri føroyingar.

 

- Talan var um fund, sum varð sendur beinleiðis, og so bar ikki til hjá Sea Shepherd at klippa tað burtur, sum teimum ikki dámdu, sigur Hans Jákup Hermansen við Sosialin.

 

Hann sigur beinleiðis, at fundurin við Pamelu Anderson hevur givið Føroyum eina rødd úti í heimi.

 

Samrøðan við Hans Jákup Hermansen kann lesast í Sosialinum í dag. Blaðið kann keypast talgilt HER