Fyrst skuldi hon koma á ólavsøku. So skuldi tað verða dagin eftir ólavsøku. Men enn hevur eingin sæð sjónvarpsstjørnuna Pamelu Anderson her á landi.
Mikudagin var tað veðrið, sum órógvaði flogtúrin í leiguflogfarinum til Føroya, og tí varð ferðin avlýst.
Blits veit frá væl vitandi keldum, at Pamela Anderson í dag hevur gjørt fyrireikingar til at koma til Føroya fyrrapartin í morgin.
Ætlanin er, at Sea Shepherd hevur tíðindafund við Pamelu Anderson um middagsleitið í morgin.