Pamela Anderson og Kid Rock gift triðju ferð

Pamela Anderson hevur eftir miseydnaða hjúnarbandið við Mötley Crüe trummarin Tommy Lee, eftir øllum at døma ætlanir um, at hjúnarbandið við nýggja mannin Kid Rock skal halda, í øllum førum hevur parið ætlanir um at verða gift fýra ferðir.

 
Parið er longu gift í St. Tropez og Detroit, og hetta vikuskiftið stóð Nashville fyri tørn, tá parið varð gift triðju ferð, hetta skrivar enska blaðið The Sun. Framman fyri nøkrum fjepparum varð parið gift, og síðan sang rokksangarin Lynrd Skynrd hittið Sweet Home Alabama fyri brúður síni og fjepparum. Sìðan varð veitsla hildin. Í næstum verður parið gift í Malibu.