Pamela Anderson er farin avstaðaftur

Pamela Anderson er farin av landinum og aftur eftir at hava verið her og hjálpt Sea Shepherd at varpa ljós á grindadráp í Føroyum úti í heimi.

Pamela Anderson er farin av landinum og aftur eftir at hava verið her og hjálpt Sea Shepherd at varpa ljós á grindadráp í Føroyum úti í heimi.

 

– Vit eru ógvuliga fegin um hjálp og stuðul hennara til tey djørvu mótmælisfólkini hjá okkum, sum eru í Føroyum, sigur Paul Watson.

 

Hann sigur, at í morgin franska Sylvie Guillem til Føroya at stuðla teimum. Hon er kendur dansari. Sambært Paul Watson, so skal Sylvie Guillem vera ein av størstu dansarum nakrantíð.

 

Hon kemur til Føroya saman við manni sínum, Gilles Tapie, sum er kendur fotografur. Hon flýgur til Føroya úr London, har hon hevur framført.