Paludan hevur nógv viðhaldsfólk í Føroyum

Fleiri føroyingar stuðla umstrídda islamkritikaranum, sum er á gáttini til Fólkatingið

- Sera nógvir føroyingar seta seg í samband við meg og siga mær, at teir skilja meg. Tað vitnar um, at míni politisku sjónarmið samsvara við tað, sum fleiri føroyingar ynskja.

Soleiðis sigur formaðurin í islamkritiska danska flokkinum Stram Kurs, Rasmus Paludan, í samrøðu við Sosialin.

Og tað er nakað um tað, hann sigur. Mann skal nevniliga ikki leita leingi á sosialu miðlunum hjá Stram Kurs fyri at síggja, at áhugin og stuðulin frá føroyingum er til staðar - meira enn so. 

Undirritaði hevur fylgt eitt sindur við í síðstuni og hevur bæði sæð eggjandi viðmerkingar frá fleiri við føroyskum nøvnum, og har eru enntá føroyingar, ið lata peningagávur til Stram Kurs, meðan flokkurin stroymir beinleiðis á YouTube. 

Á Facebook er ein loyniligur bólkur, sum eitur “Føroyingar ímóti islam”. Har eru fleiri enn túsund limir, sum hava tað til felags, at teir ikki ynskja ávirkan frá islam í Føroyum. Her verður Rasmus Paludan dagliga róstur upp um skýggini. Ein annar facebookbólkur eitur “Tín politiska meining”, og har stendur Stram Kurs langt fremst í innanhýsis veljarakanning, har spurt verður, hvønn flokk limirnir høvdu valt á danating, um teir høvdu møguleikan. 

Nakrir limir úr bólkinum "Føroyingar ímóti islam" hava tikið stig til at bjóða umstrídda sakføraranum og  politikaranum til Føroya í juni. Les meira um tað HER.