Í Vági verður í løtuni bygd ein svimjihøll, nevnd Pálshøll. Høllin hevur ein langhyl á 50metrar, og verður vónandi liðug seint í heyst.
Føroyska fyritøkan Sirri ynskir at stuðla arbeiðinum við Pálshøll. Sirri hevur tískil tikið stig til at gera eina nýggja kollektión av troyggjum, húgvum, turriklæðum og vøttum, og 20% av allari søluni verður latin til Pálshøll.
Tær fyrstu vørurnar verða til sølu á Frigg festivalinum komandi vikuskifti, og seinni verða tær at fáa kring alt landið.
Síðani farið var undir verkætlanina hevur tað verið arbeitt miðvíst ímóti at fáa hylin gjørdan so bíliga sum gjørligt. Høllin verður bygd tætt við El-verkið í Vági, ið gevur ókeypis orku til hylin, og harvið sparir høllini nógvan pening. Umframt tí nógvu ókeypis arbeiðsorkuna, ið liggur aftanfyri høllina, hava fyritøkurnar í Vági eisini latið vørur fyri innkeypsprís til alt byggiarbeiði.
Hetta førur við sær, at hylurin vantandi kemur at kosta 3 ferð minni enn hann annars hevði gjørt.
Í dag komu Pálstrooyggjurnar í Føroyahúsið, og aðrenn tær fara út í Kongens Have náddu fyrireikarnrr, og sjálvandi Pál Joensen, at royna nýggju kollektiónina.










