Palme njósnaðist fyri CIA

Fyrrverandi svenski forsætismálaráðharrin gav upplýsingar um sviar til CIA, sum eisini royndi at fáa hann til agent Tá Olof Palme var ein ungur íðin studentapolitikari, gav hann samstundis amerikansku fregnartænastuni nøvn og upplýsingar á svenskum statsborgarum.

Tað skrivar Dagens Nyheder, sum hevur fingið innlit í loyndarstemplað amerikansk skjøl frá amerikansku ambassaduni í Stockholm. Skjølini avdúka, hvussu tann tá 23 ára gamli javnaðarmaðurin Olof Palme gav amerikanska diplomatinum, Robert F. Woodward, upplýsingar um svenskar vinstraaktivistar, sum høvdu tikið lut í einari kommunistiskari ráðstevnu í Prag.

Øll nøvnini, sum tann seinni forsætismálaráðharrin gav amerikanarunum, stavaðu frá vinstrabólkinum Clarté. Palme hevði á undarligan hátt »gloymt« nøvnini á øllum øðrum svium, ið luttóku.

Einkjan eftir Gunnar Svantesson, ið var ein av teimum navngivnu, er í øðini.

Gunnar legði seg fyrst og fremst eftir at stríðast móti kjarnorkuvápnum. Hann savnaði undirskriftir. Í dag verður tað mett sum ein heiðurssøk, og eg eri errin av, at hann var so framsíggin, sigur Helena Zymler-Svantesson.

Sambandið, sum Palme hevði við CIA kom ikki óvart á limirnar av Clarté. Í 1948, tá Palme kom aftur úr USA av lestrarferð, setti hann seg sjálvur í samband við CIA í Stockholm.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Palme er settur í samband við fregnararbeiði. Í 1950-unum arbeiddi hann fyri svensku trygdartænastuna, skrivar Dagens Nyheder.

Palme varð myrdur 28. februar 1986, og morðið er ikki uppklárað enn.