Í eini lund í brasilska býnum Rio de Janeiro er tað ein serstøk sjón, sum møtir fólki.
Tí áratíggju eftir at pálmarnar vóru plantaðar har, blóma tær, og fólk, sum koma framvið, snara sær á fyri at fáa tað alt við, skrivar tíðindastovan AP.
Tað er kendi brasilski landslagsarkitekturin Roberto Burle Marx, sum kom við pálmunum til lundina úr Suðurasia.
Sambært plantufrøðinginum Thais Hidalgo snýr tað seg um at njóta tað, so langi tað varir.
Umleið eitt ár eftir at hava blómað, doyggja pálmarnar.
- Pálman leggur alla orku sína í hesa einu ringrásina fyri at framleiða túsundtals fruktir, sigur hon við Reuters.
- Eftir tað torna bløðini hjá henni.
/Ritzau/











