Palma Dal-Christiansen 80 ár

Mánadagin 4. juni verður Palma Dal-Christiansen í Havn 80 ár. Palma, ið er fødd Rasmussen, er ættað av Skála.

Hon var yngst av 13 systkjum, har bert hon og beiggin Kristian Rasmussen á Skála eru eftir á lívi. Sum 15 ára gomul kom Palma til Havnar at tæna og at ganga á handilsskúla um kvøldið.


Hóast hon hevur búð í 65 ár í Havn, so er hon enn líka góð við heimbygdina. Eingin sum prátar við Palmu ivast í at hon er av bygd, tí at dialektin er hin sama sum áðrenn hon flutti av Skála


Palma giftist Bjarna Dal-Christiansen nýggjársaftan 1950, og hava tey sostatt verið gift í 56 ár, tey eiga børnini Annelin og Kára, seks ommubørn og eitt langommubarn.

Palma er sera góð við ommubørnini og elskar at hugna um tey. Børnini trívast sera væl heima hjá ommu og abba - tað er fáur dagur har ongin teirra vitjar.


Palma hevur altíð verið handilskona, og hetta starv dámdi henni ógvuliga væl. Henni dámdi væl at hava við fólk at gera og dugdi væl at vegleiða kundunum ið t.d. skuldu keypa gardinur til nýggj hús. Kundarnir komu altíð aftur at keypa, so hon var nokk eisini væl dámd av teimum.


Sum heilt ung var hon í handlinum hjá Hans Joensen, seinni í Smæruni, hjá Katrinu Christiansen og í mong ár sum leiðari í Litbrá. Í nøkur ár hevði hon sjálv klæðnahandilin ”Hjá Palmu” í J. Paturssonargøtu í Havn, og hon ferðaðist sum umboð fyri danskt klædnamerki í 20 ár.


Í eitt tvey ára skeið, fyrst í sjeytiárunum, búði familjan í Keypmannahavn, tá arbeiddi Palma í einum skógvahandli í Hvidovre.


Palma er sera lívsglað og altíð í góðum lag, hon er ágrýtin sum fáur, so hóast árini nú eru 80, merkist ikki nógv til aldurin. Hon heldur sjálv, at tað gongur nakað seint, men er kanska nakað ótolin, ella dámar henni best at ferð er á.


Føðingardagurin verður hildin við einum nátturðabita leygarkvøldið 2. juni heima í J. Paturssonargøtu 30, har øll eru hjartaliga vælkomin.