Landsverk hevur í dag sett 48 ára gamla Palla Petersen í starv sum leiðara á framleiðsludeildini hjá stovninum
Hann tekur við á nýggjárinum, fortelur Landsverk í dag.
Í vár kom Palli í starv sum millumleiðari fyri grót- og asfaltverkini, eftir at hava starvast sum rakstrarleiðari á Føroya Tele síðani 2008.
Áðrenn tað var í mong ár deildarleiðari hjá Shell. Fyrst í Danmark og síðani í Føroyum.
Palli Petersen er útbúgvin maskinverkfrøðingur og hevur lokið HD-prógv í fyrisiting.
Palli Petersen avloysir Mikkel Heide Frandsen, sum eftir at hava røkt starvið í eitt ár, hevur gjørt av at fara aftur í sítt gamla starv á Landsverki sum rakstrarleiðari.
Høvuðsuppgávan hjá framleiðsludeildini er at standa fyri at gera og selja skotið og knúst grót, skildan og óskildan skerv og asfaltblandingar til kommunur, virkir, einstaklingar og egna nýtslu.
Eisini verða jarðfrøðiligar forkanningar gjørdar í sambandi við eitt nú tunnilsgerðir, vatnorkuútbyggingar og annað.
|









