Palli og Eyðun vunnu

Golfárið 2014 er nú av álvara farið í gongd, og longu nú hava tvær kappingar verið á golfbreytini hjá Tórshavnar Golffelag á Glyvursnesi

Hin fyrra var sokallaða holkappingin, ið er ein kapping eftir cup-skipanini, har tveir og tveir spælarar dystast móti hvørjum øðrum til ein vinnari er funnin.

Palli Henriksen og Óskar Eiríksson spældu seg fram til finaluna, sum varð vunnin av Palla Henriksen.

Dýra biðidag og leygardagin var Tinganeskapping á skránni, ið er ein vanlig slagspælskapping yvir tveir dagar. Í keðiliga og váta veðrinum gjørdist Eyðun av Reyni vinnari, meðan Óskar Eiríksson eisini her gjørdist nummar tvey og Jón Niclasen nummar trý.