TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við liðskiparan hjá Palla Augustinussen hjá FC Suðuroy, sum saman við liðfeløgunum tryggjaði liðnum tey fyrstu trý stigini í ár við einum 3-1 heimasigri á AB suðuri í Vági fyrr í dag.
Palli heldur, at tað er ein ótrúliga góð kensla og forloysingur at vinna. Palle er serliga væl nøgdur við fyrru helvt av fyrra hálvleiki, tá FC Suðuroy legði ein góðan botn við tveimum málum, sum fullu í 5. og í 13. minutti.