Sunnudagin 15. august var Palli Dalsgaard deknur fyri seinastu ferð í Skálavíkar kirkju. Hann hevur røkt hetta starv síðan 1974. Hendan dagin hevði Jákup Reinert Hansen, prestur, guðstænastuna og helt ein takkarøðu fyri Palla
10. sunnudag eftir trinitatis var guðstænasta við altargongd í Skálavíkar kirkju. Eftir prædikuna helt Jákup Reinert Hansen prestur eina takkartalu fyri Palla Dalsgaard. Hann takkaði honum fyri trúfasta tænastu og segði m.a., at tá hann sum ungur bleiv settur í starv sum prestur í Sandoyar sýslu, var Palli honum mangan ein góður ráðgevi.
Wilhelmina Larsen, organistur í kirkjuni í Dali, hevði orgulspælið hendan dagin.
Palli tók við sum deknur í 1974, tá Frímann á Brúnni var sóknarprestur í Sandoy. Hann hevur bæði lisið lestur og verið organistur, tá ongin fastur organistur hevur verið hesi seinastu árini. Tá ongin er at avloysa hann sum deknur, hevur hann sungið fyri sjálvur.
Palli er føddur og uppvaksin í Skálavík. Stórsta partin av lívi sínum hevur hann koyrt rutukoyring millum bygdirnar í Sandoynni.
Veturin 1972-73 gekk Palli á skúlanum norðuri við Áir, og í 1973-74 hevði hann skrivstovustarv á Royndarstøðini í Hoyvík. Eftir tað fekk hann starv sum skrivstovumaður á Bil- & Maskinverkstaðnum á Sandi, hetta starv røkti hann í 18 ár.
Palli er í dag 76 ára gamal. Hann hevur altíð havt hug at skriva, og ofta eru hansara lesarabrøv at síggja í bløðunum.
Í fjør kom hann út við eini sera snøggari og áhugaverdari bók við heitinum "Staðanøvn uttangarðs í Skálavík". Bókin er um staðanøvn sum Leifur Tróndarson (1901-1980) í Skálavík hevur savnað.