Nú fáa eisini útisetar í Keypmannahavn møguleikan at hoyra valevni á politiskum pallborðsfundi. MFS býður til fundar og atkvøðugreiðslu í morgin
Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, skipar í morgin fyri pallborðsfundi í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn. Har fara umboð fyri allar politisku flokkarnar at siga frá sínum sjónarmiðum og kjakast um útbúgvingar-, heilsu- og sosialpolitikk umframt haldføri hjá føroyska búskapinum.
Umboðini vera:
Hanus Samró, Fólkaflokkurin
Kristina Háfoss, Tjóðveldi
Mai Laksáfoss Simonsen, Sambandsflokkurin
Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin
Ruth Vang, Framsókn
Rúna Sivertsen, Nýtt Sjálvstýri
Vilhelm Hendrik í Skálanum, Miðflokkurin
Tað fer eisini at bera til at greiða atkvøðu á staðnum, um ein hevur samleikaprógv við sær, og ein er skrásettur á vallistanum í kommununi, har tú seinast búleikaðist í Føroyum.
Tiltakið byrjar klokkan 19.00, tá dyrnar lata upp, og sjálvur pallborðsfundurin byrjar klokkan 20.00.










