Pallborðfundur um stakar uppihaldarar

Mánakvøldið 14. november kl. 19.00 skipa Valkyrjurnar fyri almennum pallborðsfundi á Seglloftinum á Tvøroyri, har ljós verður varpað á liviumstøðurnar hjá einligum uppihaldarum í Føroyum.

Familjumynstrið er broytt, og í modernaðu Føroyum gerast alsamt fleiri einligar mammur og pápar.

Hvussu er at liva sum einligur uppihaldari í okkara vælferðarsamfelagi ?

Felagsskapurin ”Í menniskjum góður tokki” veitti í fjør jólahjálp til fíggjarliga illa staddar familjur í Føroyum. Ein stórur partur av hesum familjum vóru einligir uppihaldarir.

Á ársfundi hjá Kvinnufelagssamskipan Føroya seinasta vár løgdu Valkyrjurnar fram uppskot um, hvussu kvinnufeløg kunnu stuðla ”Í menniskjum góður tokki”. Semja var um at hava ein pallborðsfund, har kvinnufeløgini kring landið varpa ljós á liviumstøðurnar hjá hesum familjum.

Við pallborðið hetta kvøldið sita ein landspolitikari, ein kommunalpolitikari, ein einlig mamma, ein einligur pápi, ein fakpersónur og eitt bankafólk.

Spurningarnir fara at snúgva seg um støðuna hjá einligum uppihaldarum, um tey sjálvi kenna seg aftur í trupulleikunum, sum ljós verður varpað á, hvørjar støður í gerandisdegnum eru serliga truplar, møguleikar at fáa lán / fíggjarligan stuðul og ikki minst, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava - skal tað vera rúm fyri øllum sløgum av familjum í Føroyum ?

Kaffi og køka eru til keyps.