Páll verður ikki millum teir fyrstu ellivu

Tað haltar av álvara hjá KÍ í Lille, tí fleiri at teimum, sum hava verið lyklaspælarar, eru ikki heilt væl fyri at spæla í kvøld

Klokkan 20 fer portugisiski dómarin at bríksla fyri fyrstu ferð í Lille, har KÍ fer at spæla sætta og síðsta dystin í Europa Conference League bólkaspælið í hesum umfari.

 

KÍ er ikki í bestu útgávu í kvøld. Eitt er, at tað nú eru nógvar vikur síðani, at kappingardystir vóru á skrá í hvørjari viku. Eitt annað er, at onkrir av teimum, sum hava verið lyklaspælarar, ikki eru heilt væl fyri.

 

Páll A. Klettskarð hevur verið skaðadarvaður, og eftir venjingar á grasinum í Lille er tað staðfest, at Páll er ikki nóg væl fyri at vera millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum eitt nú saman við Deni Pavlovic.

 

Luc Kassi og Mads Bo Mikkelsen eru als ikki á listanum í kvøld. Nils Jonatan Johansson verjir málið, sum hann higartil hevur gjørt í øllum dystunum í Europa í ár. Eykamálverji er Hannis Matras.

 

Hósdagin 5. oktober endaði tað málleyst, tá ið Lille var gestur hjá KÍ á Tórsvølli.

 

 

 

Lille – KÍ kl. 20.00

 

Dómarakvartett úr Portugal: António Nobre, Paulo Brás, Pedro Martins og Helder Filipe (4. dómari)

 

KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Sivert Gussiås

 

Á beinkinum: Hannis Matras, Deni Pavlovic, Páll A. Klettskarð, Símun Kalsø, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Latif Ahmed, Jákup N. Vilhelmsen, Jóhan Josephsen