Páll Klettskarð mundi verið maðurin, sum fór við yvirskriftunum, men tíverri fyri hann og Føroyar, so gjørdist hann akkurát ov stuttur, tá hann í yvirtíðini var so nær við at javna.
- Har kemur ein leysur bóltur, eg royni at tveita meg eftir honum, men fái bara knopparnar á og bólturin trillar inn til málmannin, sigur Páll Klettskarð millum annað í samrøðuni, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.