– Páll sera ivingarsamur

Tað hevur ligið í kortunum, at skuldi samgongan fáa privata Eysturoyartunnilin ígjøgnum, var neyðugt við stuðli frá andstøðutingmonnum, tí hvørki Bárður Nielsen, Bjarni Djurholm ella Jenis av Rana í samgonguni taka undir við privatum Eysturoyartunli.

Í Sosialinum í dag gongur ein av tingmonnunum í Sandoynni, Páll á Reynatúgvu, so langt, at hann sigur seg vera sinnaðan til at ofra limaskapin í Tjóðveldi, um tað skal til fyri at fáa Sandoyartunnilin til veruleika.

Men meðan prentsvertan nóg illa er tornað, er Páll á Reynatúgvu aftur sera ivingarsamur, tá tað snýr seg um eina samlaða loysn, ið skal geva ein privatan Eysturoyartunnil og ein almennan Sandoyartunnil.

Hoyr samrøðu við hann, við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.