KÍ áleyparin, Páll Klettskarð, er í dag á baksíðuni á kenda enska tíðarritinum The Sun.
The Sun heldur at tað er merkisvert at áleyparin á tí føroyska landsliðnum, ið skal spæla móti Norður Írlandi leygarkvøldið, eisini er prinsipalur í hornorkestrinum, ið skal spæla tjóðsangin leygarkvøldið.
Men Klaksvíkar Hornorkestur má vera prinsipalin fyri uttan leygarkvøldið, tí tá verður Páll Klettskarð millum leikararnar, ið skal umboða Føroyar móti Norður Írlandi.