Feriutíð merkir Páll Finnur Páll tíð, bólkurin, ið er mannaður við fleiri útisetum, plagar at vera fastur fúsur, tá feria er, og hendan jólaferian er einki undantak, leygarkvøldið leggur REX pall til.
Páll Finnur hava vunnið sær plássið sum føroya mest syngi-við-vinarligi bólkur, og hava seinastu nógvu árini spælt til nærum øll tiltøk, ið tilber at spæla til í Føroyum. Hvørja ferð við sama úrslitið, fjøldin kókar.
Páll Finnur Páll hava heilt serlig evni at skriva fangandi og syngi-við-vinarlig poppløg, og í føroyskum høpi er bert ein bólkur, ið áður hevur havt so stóran tokka millum áskoðararnar og tað er Frændur, ið høvdu á leið somu ávirkan á áskoðarafjøldir, tá teir vóru uppá tað størsta.
Í REX verður sostatt høvi at hoyra um partering av grannum, mannaát og kynsligt misbrúk og um at sova hjá Kaj, Oyrasund, Forelskaðar sjónleikarar, og mangt ananð sungi yndisliga og vakurt, sum bert Páll Finnur Páll duga tað.