Páll Finnur Páll fyri seinastu ferð

Tá tónleikarabólkurin, Páll Finnur Páll, í annaðkvøld fer á pall á ovastevnu í Nólsoy, verður tað fyri seinastu ferð í ár.

Tá tónleikarabólkurin, Páll Finnur Páll, í annaðkvøld fer á pall á ovastevnu í Nólsoy, verður tað fyri seinastu ferð í ár.

 

Bólkurin er nakað heilt serligt í føroyskum tónleikalívi, og argandi tekstirnir munnu nógv fegnast um.

 

Ovastevnugestirnir hava sum longu nevnt møguleikan at síggja og hoyra Páll Finnur Páll fyri seinastu ferð í ár, tá bólkurin trínur á pall í stóra tjaldinum leygarkvøldið. á miðnátt.

 

Inni á Wikipedia kann lesast soleiðis um Páll Finnur Páll:

 

Páll Finnur Páll er ein føroyskur tónleikabólkur. Teir komu við fyrstu útgávuni í 2003, og síðani hava teir givið fleiri fløgur út. Í 2009 kom fløgupakkin, »Du Ved, At Gjørt Er Gjørt« har allar tríggjar studiofløgurnar umframt ein livefløga eru í sama húsa. Hendan fløgan mundi verða millum best seljandi fløgurnar í Føroyum í 2009, og ikki minst sangirnir á livefløguni hava verið nógv at hoyrt í føroyskum útvarpi.

Teir eru nakað heilt serligt í føroyskum tónleiki – Páll Finnur Páll. Bólkurin við teimum stuttligu og argandi tekstunum. Hóast summi bæði øtast og øsast av tekstunum, so hevur Páll Finnur Páll megnað at fingið flestøll rivin við av fangandi poppløgunum, og bólkurin er vorðin samheiti við veitslu, skemt og gott lag. Hetta kemst uttan iva av tí sannroynd, at bólkurin hevur ófornoktiligar tónlistarligar dygdir og ein sans fyri góðum lagasmíði, sum fáur. Harafturat hevur bólkurin seinastu árini brent seg til ein av bestu livebólkunum í landinum.

Fyrsta fløgan, Bermenn, kom út í 2003, Onnur fløgan, Førist, kom út í 2005. Páll Finnur Páll vóru á Planet Awards 2009 sum ársins tónleikabólkur í Føroyum. Teir hava eisini í fleiri ár spælt á Summarfestivalinum.

Limirnir í bólkinum: Páll G. Hammer, Páll Oddur Rubbeksen, Finnur Koba (fyrr Jensen), Høgni Fagraberg, Ísak Sambleben og Halgir Arge.