Leygardagin fáa fólk aftur høvi at hoyra Páll Finnur Páll á palli. Hetta verður til eitt ungdómstiltak í Perluni í Havn.
Reinsaríið/Perlan skipaði her fyri fyri einum ungdómstiltakið fyri tey, ið ganga í framhaldsdeildini, tað er áttanda og níggjunda flokki og Nám X. Tað ferðina spældi Signar í Homrum, og sagt varð, at tað hepnaðist sera væl.
Nú verður so roynt aftur, og hesaferð verða Páll Finnur Páll, sum skal spæla. Umframt teir tríggjar, kemur DJ Gajoe at undirhalda.
- Tað er eingin ivi um, at tað er sera avmarkað, hvussu nógv tiltøk eru fyri ung undir 18 ár, ið tó eru ov gomul til barnatiltøk í býnum. Mentanarlívið í býnum er eisini fyri tey ungu, og tey skulu eisini kenna seg heima her. Tí er hetta upplagt at fyriskipa í Mentanargøtuni Tórsgøtu, skriva fyriskipararnir.