Páll fer í farloyvi

Løgtingsformaðurin vil ikki sita í tveimum sessum.

Páll á Reynatúgvu hevur boðað Sands kommunu frá, at hann tekur farloyvi frá bygdaráðsarbeiðinum, skrivar Sandportal.fo. Páll á Reynatúgvu varð valdur sum løgtingsformaður, tá nýggja samgongan varð skipað. 

 

Í hansara stað tekur Lis Clementsen sæti. Hon fekk 13 atkvøður og var fjórvald á lista C. Hon hevur áður sitið í kommunustýrinum á Sandi.