Páll fær uppskotini í næstu viku

Løgtingsumsitingin er í ferð við at finna uppskot til kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal og løgmann.

 

Sambært útvarpinum sigur Jonhard Klettheyggj, stjóri á Løgtingsskrivstovuni, at tey enn ikki eru liðug við at finna uppskot til nøvn á kanningarstjóra.

 

15 fólk í andstøðuni – øll uttan Kaj Leo Holm Johannesen – hava biðið um, at kanningarstjóri verður settur at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og Aksel V. Johannessen, løgmanni.

 

Krøv til slíkan kanningarstjóra er, at hann hevur løgfrøðisligt embætisprógv, at hann ikki arbeiðir undir tí almenna, og at hann ikki hevur viðgjørt málið áður, sum kært er um.

 

Jonhard Klettheyggj vil, sambært útvarpinum, ikki siga, um ætlanin er um at fara uttanlands at finna kanningarstjóra.

 

Tá ið Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur fingið uppskotinum frá Løgtingsskrivstovuni, fer at hann velja tann persónin, sum skal kanna teir báðar samgongufelagarnar hjá løgtingsformanninum.