Páll er europeiskur toppskjútti

KÍ álopsspælarin hevur við málinum í kvøld skorað fleiri mál enn nakar annar KÍ spælari í europeiskum fótbólti

Páll A. Klettskarð hevur í Klaksvík lagt KÍ á odda 1-0 ímóti FK Sutjeska. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at hann eftir fríspark fram úr høgru frá Árna Frederiksberg og við høvdinum snittaði bóltin í málið. KÍ er frammanfyri 1-0, og Páll A. Klettskarð hevur skorað fyri sættu ferð í Europa. Tað er met hjá KÍ.

 

Tað var 19. august 1992, at Olgar Danielsen á Svangaskarði minkaði um munin, tá ið KÍ í fyrsta heimadystinum í Europa Cup yvirhøvur tapti 3-1 ímóti Skonto Riga.

 

Síðani hevur Olgar Danielsen verið europeiskur toppskjútti hjá KÍ, og hann hevur skorað fimm mál. Hann skoraði hattrikk á Svangaskarði ímóti Maccabi Haifa. Tað var 24. august 1995 – á 91 ára stovningardegnum hjá KÍ.

 

KÍ vann 3-2 í europeisku steypakappingini, og Olgar Danielsen skoraði hattrikk í seinna hálvleiki. Í 1997 tapti KÍ í UEFA Cup 3-2 á Svangaskarði ímóti Ujpesti, og tá skoraði Olgar Danielsen annað málið.

 

Nú er nakað síðani, at Páll Klettskarð legði seg undir liðina á Olgari, og í kvøld hevur Páll skoraði sætta málið í europeiskum kappingum.

 

Páll hevur nú skorað tvey mál í Conference League. Tað fyrra skoraði hann í 3-2 tapinum á heimavølli ímóti Riga FS. Tað var fyri einum ári síðani, at vónbrotið var so stórt, tá ið KÍ varð varpað úr kappingini.

 

Í Europa League hevur Páll A. Klettskarð skorað fýra mál. Hann skoraði eitt í 2-1 sigrinum ímóti Birkikara á heimavølli, og so var tað, at Páll gjørdi hattrikk í tiltikna 6-1 heimasigrinum á Tórsvølli ímóti Dinamo Tbilisi.