Leygarkvøldið verður serligt í Luux í Havn.
Páll Arge fvitjar. Hannátti á sinni dansistaðið, sum tá hevði annað navn, m.a. Club 20, og hann vendi eisini plátum. Páll rekur í dag eina krógv í Danmark.
Talan verður um eitt 70ára og 80ára kvøld.
Sagt verður m.a. soleiðis um lvøldið og vitjanina:
Páll Arge átti Club 20 sum var har tey ungu møttust fyrst í 90´unum. Staðið sum hevur haft fleri nøvn síðani eitur nú LUUX. Tað vóru góðar tíðir har tey ungu hittust hvørt vikukskifti og mong eru tey sum hava haft tað stuttligt og hava góð minni frá Club 20. Nú vitjar Páll Arge aftur í húsinum og leygarkvøldið 14. mars verða Club 20 tilstandir í LUUX. Góður 70´ara og 80´ára tónleikur sum var at hoyra tá, verður karmur um tiltakið. Øll sum kenna Páll Arge vita at hann var ein avbera góður DJ, og líka síðan hann flutti av landinum hevur hann hildið yrkið við líka og er DJ av og á, í Asserbo, har hann hevur sína egnu krógv.