Páll á Reynatúgvu trýsti á skeivan knøtt av óvart

- Men tað verður rættað og tá fer Løgtingið at samtykkja, at pápar skulu í barnsburðarfarloyvi

 

Tað er alt, sum bendir á, at løgtingið nú fer at samtykkja, at eisini pápar skulu í barnsburðarfarloyvi.

 

Henrik Old, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, og ein partur av tí er, at tær báðar vikurnar, sum pápin nú kann lata mammuni, verða markaðar pápanum.

 

- Hetta merkir, at pápin ikki longur kann lata mammuni ein part av sínum barnsburðarfarloyvi.

 

Samgongan tekur undir við broytingunum. Men tá ið løgtingið skuldi atkvøða um málið nú á miðdegi, kom Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, og tingmaður fyri Tjóðveldi, av misgávum at trýsta á skeivan knøtt, og at atkvøða fyri einum uppskoti frá andstøðuni í løgtinginum, um at pápin framvegis skal kunna lata mammuni hansara part av barnsburðarfarloyvi.

 

Úrslitið var, at bara 15 atkvøður vóru fyri at pápin skal í barnsburðarfarloyvi, men at 16 atkvøður vóru fyri at hann framvegis skal kunna lata mammuni hansara part av farloyvinum.

 

- Av misgávum kom eg at atkvøða fyri uppskotinum hjá andstøðuni, hóast eg ikki taki undir við tí, sigur hann.

 

Hann sigur, at hann tekur undir við, at pápin skal fara í barnsburðarfarloyvi. Og tað fer at bera til hjá rætta mistakið, tí uppskotið skal viðgerast í Løgtinginum eina ferð afturat.

 

- Mistakið eigi eg sjálvur og eg havi longu tikið stig til at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina aftur, so at pápin skal í farloyvi, sigur hann.

 

Hann sigur eisini, at tá verður uppskotið samtykt, tí meiriluti er fyri tí í Løgtinginum.

 

Sjálvur var Páll á Reynatúgvu fyrsti løgtingsmaður, sum fór í barnsburðarfarloyvi, tí tað helt, hann, at hann hevði skyldu til sum nýklaktur pápi. Men hann ásannar, at tað vóru nógv, sum ikki skiltu hann, og hugdu eitt sindur løgið at honum.

 

Tí heldur hann, at tað skal vera ein rættur hjá pápanum at vera heima, men sum støðan er nú, verður tað neyðugt at gera tað við lóg, tí annars gongur tað ongan veg.

 

- Tað er gott og kærkomið, at pápin kann vera heima við góðari samvitsku, sigur Páll á Reynatúgvu.