Eitt uppskot frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni fyri Tjóðveldi, um at fáa tvær fótbóltshallir bygdar í Føroyum, fær lunkaða móttøku í løgtinginum.
Páll á Reynatúgvu hevir lagt uppskot fyri løgtingið um at samtykkja, at fáa landsstýrið at fara í samráð við Kommunufelagið og Fótbóltssambandið og gera eitt uppskot um at byggja tvær fótbóltshallir í Føroyum.
Nú hevur mentanarnevndin viðgjørt uppskoti, men har tekur meirilutin ikki undir við hesum.
Meirilutin, sum er Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum, Edva Jacobsen og Jóna Mortensen úr Sambandsflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, halda ikki, at tað er landið, sum skal ganga á odda og taka stig til at byggja fótbóltshallir.
Tey eru samd í at fótbóltshallir hava stóran týdning. Men tey halda, at framferðarhátturin eigur at verða soleiðis, at tað fyrst og fremst eru kommunurnar og Fótbóltssambandið, sum eiga at taka stigið til at byggja hallir.
Men so skal landið stuðla eftir eini skipaðari mannagongduum at byggja og reka fótbóltshallir í Føroyum, halda tey.
Annars tekur Fótbóltssambandi undir við uppskotinum. Men at byggja fótbóltshøll er eitt so stórt tak, at Fótbóltssambandið sær seg ikki ført fyri lyfta hana einsamalt, ella at standa sum byggiharri fyri eini fótbóltshøll.
Minnilutin í mentanarnevndini, Gunvør Balle og Poul Michelsen staðfesta, at í Føroyum eru so vánaligar umstøður at venja uttandura, at tað avmarkar venjingina til ávísar árstíðir.
- So leingi innandura møguleikarnir at spæla fótbólt eru so avmarkaðir, er hesin ítróttur í ov stóran mun stýrdur av umstøðum, vit einki kunnu gera við, so sum veðrinum.
- Sama er galdandi fyri frælsan ítrótt og hetta ger tað trupult at kappast undir somu fyritreytum, sum onnur lond.
- Tí eru innandura fótbóltshallir avgerandi fyri at lyfta føroyskan fótbólt longur upp, siga tey bæði.
Tí mæla tey til, at løgtingið biðjur landsstýrið leggja uppskot fyri løgtingið um, hvussu eitt samstarva kann skipast ímillum land og kommunur um at byggja fótbóltshallir. Talan kann eisini vera um, at fleiri kommunur fara í eitt samstarv um eina høll.
Samstundis skal landsstýrið uppskot fyri Løgtingið um at seta pening av til endamálið.
- Í hesum liggur, at land og kommunur fara í samstarv við Fótbóltssambandið um at byggja og reka fótbóltshallir, so til ber at sparka innandura alt árið, siga Poul Michelsen og Gunvør Balle.
- Í tann mun, tað ber til, eiga hallirnar at verða bygdar soleiðis, at tær eisini kunnu nýtast til frælsan ítrótt, siga tey bæði.