Palin og Biden settu hyggjaramet

Næstan 70 milliónir fólk sóu sjónvarpsdystin millum tey bæði amerikonsku varaforsetavalevnini gjáranáttina 69,9 milliónir amerikanarar sóu sendingina, tá republikanska Sarah Palin og demokraturin Joseph Biden dystaðust í beinleiðis sjónvarpssending gjáranáttina.

Tá tey bæði forsetavalevnini, John McCain og Barrack Obama, vóru á skíggjanum herfyri, sótu 52,4 milliónir amerikanarar og hugdu at.

Amerikonsku sjónvarpsstøðirnar siga, at hyggjaratalið hjá Palin og Biden er nýtt met fyri sjónvarpsdyst millum varaforsetavalevni.