Palestinar sláa ring um Arafat

Túsundtals palestinar savnaðust uttan fyri skrivstovuna hjá Yasser Arafat, eftir at ísraelska stjórnin hevði gjørt eina prinsippsamtykt um at koyra hann í útlegd.

Ísraelska samtyktin elvdi til vreiði í teimum palestinsku økjunum. Í býunum á Vestara Áarbakka og í Gazageiranum runnu fólk í túsundatali út á gøturnar at mótmæla og at fagna Arafat.

Uttan fyri skrivstovu hansara í Ramallah savnaðust eini 4.000 fólk at fagna forsetanum. Sjálvur fór Arafat út at taka ímóti fagnaðinum, sjálvt um ísraelskir snigskjúttar stóðu bert fáar hundrað metrar frá honum.

-Míni elskaðu. Tit eru eitt djarvt fólk, og tað eru tit, sum mugu mugu møta hesari ísraelsku hóttanini, rópti Arafat.

Palestinskir talsmenn hava sagt, at ger ísraelska stjórnin álvara av samtyktini, verður tað tulkað sum ein beinleiðis krígsavbjóðing.

Umheimurin tekur ikki undir við Ísrael. Hvítu Húsini í Washington siga, at amerikanska støðan í spurninginum um at burturvísa Arafat er ikki broytt. Russland og Frakland siga tað sama, og egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, segði í gjár, at Ísrael ger eitt álvarssamt mistak, verður Arafat koyrdur í útlegd.