Palestinar samdir

Palestinar eru samdir um at skipa eina savningarstjórn. USA og Ísrael vilja síggja, hvussu leikur fer. Fatah og Hamas samdust seinnapartin í gjár um at skipa eina palestinska savningarstjórn.

Tað eydnaðist teimum eisini at semjast um, hvussu nógvar og hvørjar ráðharrar hvørt partur skal hava, og at tríggjar ráðstovur skulu mannast við óheftum ráðharrum.

Amerikanska stjórin er varin í sínum viðmerkingum. Ein talsmaður hjá uttanríkisráðnum í Washington sigur, at USA hevur ikki sæð innihaldið í avtaluni enn.

Ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, segði í gjárkvøldið, at Ísrael væntar, at savningarstjórnin fer at viðurkenna Ísrael og tær avtalur, sum ísraelsmenn og palestinar fyrr hava gjørt.