Palestinar kunnu tingast við Ísrael um frið

Arabiska Samgongan fer ikki at seta seg upp ímóti tí, um palestinar gera av at taka friðarsamráðingarnar við ísraelsmenn uppaftur. Tað sigur Hamad bin Jassem, sum er forsætis- og uttanríkisráðharri í Qatar.

Enn er kortini lítið, sum bendir á, at tann palestinska leiðslan hevur nakran hug til at seta við samráðingarborðið saman við ísraelsmonnum.

Tvørturímóti segði ein palestinskur talsmaður í dag, at Mahmoud Abbas, forseti, fer at kunna Arabisku Samgonguna um, at neyðugt er við fleiri framstigum, áðrenn samráðingarnar kunnu takast uppaftur.

Stjórnin í Ísrael sigur, at palestinski forsetin hevur sett alt ov stór krøv fyri at fara aftur til samráðingarborðið.

Friðarsamráðingarnar millum ísraelskar og palestinskar myndugleikar steðgaðu, tá ísraelski herurin fór inn í Gaza-geiran í 2008.