Hetta er eitt týðandi søguligt stig, men tað átti eisini at umfata Vestara Áarbakka og alt øki, sum Ísrael hevur lagt undir seg samanborið við markið í 1949, sigur Mahmoud Abbas, forseti.
Hann vísir á, at palestinar vilja hava sítt egna ríki, sum skal umfata Gazageiran, Vestara Áarbaka og tann arabiska partin av Jerusalem, sum Ísrael hersetti í krígnum í 1967. Fleiri palestinar bera ótta fyri, at ísraelska afturtøkan úr Gazageiranum er ein politiskur leikur, sum hevur til endamáls at styrkja ísraelsku satøðuna á Vestara Áarbakka. Men tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Mahmoud Abbas.
Eygleiðarar vísa tó á, at atfinningarnar hjá forset-anum kunnu vera ein liður í valstríðnum upp undir palestinska tjóðartingsvalið, sum verður tann 21. januar. Abbas er ikki serliga væl umtóktur ímillum teir víðgongdu palestinararnar, men hann hevur sagt, at hann er sinnaður at lata felagsskapir sum Hamas taka lut í friðarsamráðing-unum við Ísrael, sjálvt um teir halda fast um, at teirra fremsta endamál er at beina fyri tí jødiska ríkinum.