Hamas hevur tikið valdið í Gaza-geiranum og stjórnin setir seg upp ímóti forsetanum.
-Sitandi stjórn fer at halda fram við sínum arbeiði, segði palestinski forsætisráðharrin, Ismail Haniyeh, í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið. Harvið setti hann seg upp ímóti Mahmoud Abbas, forsætisráðharra, sum stutt framman undan hevði kunngjørt, at hann hevði upployst stjórnina.
Forsetin setti eisini Gaza-geiran í undantaksstøðu og legði Hamas undir at hava framt hernaðarkvett í geiranum. Teir seinastu dagarnar hevur Hamas tikið fleiri støðir hjá Fatah-røssluni, sum Abbas er partur av, og í gjárkvøldið tók Hamas forsetaskrivstovuna í Gaza-býi. Tá høvdu minst 30 fólk latið lív í bardøgum síðani í gjár.
Eygleiðarar í Miðeystri siga, at í veruleikanum eru palestinar býttir í tveir partar og tvey øki nú. Hamas hevur ræðið í Gaza-geiranum og Fatah á Vestara Áarbakka. Støðan er spent og kann enda við, at ófriðurin breiðir seg til Vestara Áarbakka. Eitt tekin um tað var har í nátt, tá limir í Fatah beindu fyri einum Hamas-limi.