Palermo koyrir venjaran - aftur

Fyrst varð hann koyrdur. So settur aftur. Nú er Gian Piero Gasperini liðugur í Palermo eftir bert tveir dystir.

 

Venjarasirkussið í Palermo heldur fram. Gian Piero Gasperini er aftur koyrdur í Sisilia. Hesaferð fekk hann bert tveir dystir á odda fyri felagið, har tað gjørdist til ein javnleik og eitt tap.

 

Í byrjanini av februar varð Gasperini fyrstu ferð koyrdur. So endursetti felagið venjaran 20 dagar seinni. Men nú er hann so aftur sekkjaður. Tað merkir, at Palermo hevur skift venjara 10 ferðir upp á tvey ár.

 

Palermo liggur í løtuni niðast í italsku Seriu A,m og hevur fimm stig upp til bjargingtina, skrivar Tipsbladet.